Breddin podcast

Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri

26.11.2026
0:00
50:01
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Nýskipanarnevndin kom fyrradagin við nýggjum tilmælum.
Hon mælir til at lækka aðalráðini niður í seks - eins og undanfarna nevnd gjørdi.
Nevndin mælir eisini til at strika 10. flokk og at leggja undirsjóvartunlarnar og P.f. Tunnil í eitt felag, við einari nevnd, leiðslu og fyrisiting.
Men longu nú hava fleiri atfinningarsamar røddir verið at hoyra, eisini av politikarum, sum siga seg ikki vilja taka undir við tilmælunum.
Í Breddanum í dag spyrja vit, um hesi trý tilmælini vera gjørd til veruleika.
Gestir: Finn Danberg, formaður í Nýskipanarnevndini, Poul Michelsen, fyrrverandi politikkari og vinnulívsmaður, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum og í grønlendsku nýskipanarnevndini og Beinir Johannessen, løgmaður.
Vertir: Katrin Johannessen og Frants Jensen, sum eisini var redaktørur

Flere episoder fra "Breddin"