Er føroyska tónleikavinnan bara ein útreiðsla, ella eisini ein íløga?
Landsstýrið hevur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 valt at strika stuðulin til aktørar í føroysku tónleikavinnuni.
Í tónleikavinnuni halda tey, at Føroyar hava stórar møguleikar at menna tónleik til eina veruliga útflutningsvinnu. Men til tess krevjast tryggir karmar og íløgur í tey, sum byggja tónleikavinnuna. Nú ávara tey um, at skerjingarnar fara at minka um menningarmøguleikarnar.
Men hví velur landsstýrið at skerja stuðulin, og hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri føroyska tónleikavinnuna?
Broyttar fortreytir í bólki 5
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum er á veg við eini kunngerð, sum broytir fortreytirnar hjá útróðarbátunum í veiðibólki 5. Tað verður truplari at verða skrásettur sum fult rikin útróðrarbátur í bólki 5A, og tú kanst eisini bara blíva verandi í bólki 5B, um tú vilt.
Men hví broyta fortreytirnar, áðrenn eftirmetingin av fiskidagaskipanini, sum er í gongd, er liðug?
Gestir: Dania O. Tausen, tónleikari og starvsfólk í Tutl, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Høgni Lisberg, tónleikari og stjóri í Mahogni Music Publishing, Jenný A. Kraagesten, tónleikari og forfólk í Tónleikasambandi Føroya, Knút Háberg Eysturstein, tónleikari, tónleikafrøðingur og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.
Vertir: Bjartur Sigmundarson og Ingolf S. Olsen
Flere episoder fra "Breddin"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Breddin” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








