Breddin podcast

Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum

13.11.2026
0:00
1:01:01
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Miðlastuðulslógin skal broytast. Verkætlanarstuðulin skal takast av, rakstrarstuðulin skal koma aftur, og ein partur av samlaðu játtanini skal markast til miðlar á bygd.
Men tryggjar miðlastuðulin tað, sum upprunaliga var endamálið ? dygdargott og álítandi miðlainnihald og eitt fjølbroytt miðlalandslag, sum styrkir fólkaræðið?
Tað verður viðgjørt í fyrra parti av Breddanum.
Í seinna parti verður sjóneykan sett á vitlíki og bókmentir.
Vitlíki kann eftir stuttari tíð skriva bæði stuttsøgur og skaldsøgur, og kring heimin hevur nýtslan av tøknini longu elvt til kjak.
Men er vitlíki eitt hent hjálparamboð hjá rithøvundum, ella hóttir tað skapanarevni, upphavsrætt og bókmentaliga góðsku?
Og hvørjar avleiðingar kann menningin fáa fyri føroyskar rithøvundar?
Gestir: Árni Gregersen, journalistur, Kim Simonsen, rithøvundur og forrólk í Fjølrit, og Rakel Helmsdal, rithøvundur og forfólk í Rithøvundafelagnum.
Vertir: Ingolf S. Olsen og Sigurjón Einarsson.

Flere episoder fra "Breddin"