Breddin podcast

Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir

20.11.2026
0:00
49:08
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Skattafrádrátturin upp á 100.000 krónur til teirra, sum leiga út til langtíðarleigu, í staðin fyri at leiga út til Airbnb, røkkur ikki sínum endamáli. Til ber nevniliga at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin. Eitt 'hol í lógini' ger, at leigar tú út til fastbúgvandi í minsta lagi tríggjar mánaðir um árið, so hevur tú lokið treytirnar til langtíðarleigu, og so ber til dømis til aðrar mánaðir í árinum at leiga út til ferðafólk og áseta nógv hægri leigu, og eisini fáa nógvar pengar inn tann vegin. Við øðrum orðum: spekulantar kunnu skora kassan, og tað er framvegis trupult hjá fleiri føroyingum at leiga eina íbúð allar 12 mánaðirnar í árinum. Gestir: Ruth Vang, løgtingskvinna, Poula á Líðarenda, deildarstjóri á Taks, Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðamálum, Grímur Sundstein, løgtingsmaður, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna. Vertur: Frants Jensen

Flere episoder fra "Breddin"