
0:00
53:43
Í næstu viku verður eitt søguligt stig tikið í føroysku psykiatriini. Tá byrja partar av Psykiatriska deplinum at flyta av Eirargarði og oman í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Síðani 1969 hevur Eirargarður verið karmur um psykiatrisku viðgerðina í Føroyum. Men nú verður psykiatriin í størri mun ein partur av sjálvum Landssjúkrahúsinum, og fólk við sálarligum og likamligum sjúkum fara at nýta somu høvuðsinngongd. Meira um hetta beint eftir kl. 8
Matstovan PAZ hjá Poul Andriasi Ziska hevur fingið nógvan ymiskan heiður eftir hondini, ikki minst michelinstjørnurnar, men nú hava tey eisini fingið ein BPR frá CIB.
Í útvarpsstovuni: Tórmóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum, Poul Andrias Ziska, kokkur á PAZ.
Vertir: Elin Michelsen, Jákup Dahl
Flere episoder fra "Góðan morgun Føroyar"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Góðan morgun Føroyar” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








