
0:00
54:30
Føroyar eru fullar av gomlum sagnum um huldufólk, trøll, gand og løgnar hendingar. Søgur, sum hava verið munnligar frásagnir í fleiri ættarlið, men sum kanska ikki verða so nógv sagdar longur.
Nú hevur Heiðrikur á Heygum sett sær fyri at geva teimum nýtt lív. Hann hevur umskrivað gomlu sagnirnar, so tær eru lættari at lesa í dag, og hevur eisini sjálvur málað og teknað myndir til tær.
Rithøvundurin, sum fer at lesa fyri okkum í morgun, er Høgni Mohr, og honum hoyra vit meira frá, eftir at Heiðrikur hevur verið á vitjan.
Í Danmark hevur bíbliufelagið týtt bønina Faðirvár til gerandismál, sum líkist meira tí, vit tosa í dag, og eg haldi at vit trygt kunnu siga, at nógvir danir ikki hava tikið væl ímóti broytingini.
Er Faðirvár nakað, sum ikki skal pilkast við, ella er í lagið, at vit nútímansgera bønina?
Prestur vitjar tá klokkan er farin av hálvgum níggju, og kanska hava vit eisini eitt boð uppá eina føroyska nútímansger.
Gestir:
Heiðrikur á Heygum
Høgni Mohr
Theodor Eli Dam Olsen
Flere episoder fra "Góðan morgun Føroyar"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Góðan morgun Føroyar” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








