Breddin podcast

Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð

30.10.2026
0:00
51:46
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Ísraelar hava talt atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið týsdagin, men eingin greiður vinnari er. Hvørki vongurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, ella vongurin hjá avbjóðaranum, Gadi Eisenkot, kann telja upp í 61 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum skulu til fyri at skipa meirilutastjórn. Hvat gera teir so nú, spyrja vit í sendingini í dag. Rúsevnaviðgerð Rúsevnaviðgerð snýr seg um lív ella deyð. Vit spyrja tveir politikarar, um tað er neyðugt við fleiri arbeiðsbólkum og tørvslýsingum, heldur enn bara at herja á við teimum 58 tilmælunum, sum hava ligið klár í meira enn fýra ár. Við í sendingini: Heini í Skorini, Magni Højgaard og Eirikur í Jákupsstovu. Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini var redaktørur. Teknikari: Kári Annand Berg.

Flere episoder fra "Breddin"