Vetrarbiit podcast

Tann seinasti Vetrarbiitin

26.5.2023
0:00
55:32
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Til tann allar síðsta partin av Vetrarbiit, hava vertinir gjørt innsløg hvør sær og hava ikki sagt hvørjum øðrum frá. Í Føroyum eru fleiri tónleikarar í mun til fólkatal enn í flestu støðum. Leo Lávík hevur verið í Simma og tosa við Rólant Lenvig av Reyni og Allan Tausen um hvørja ávirkar streingir hava, tá spælt verður á gittar. “Hvussu andar man rætt?” er ein av spurningum, sum Fríði Djurhuus hevur til Bjørk Sjóðklett, ið hevur eina fyritøku, sum eitur Conscious Breathing with Bjørk. Hon veitir eina tænastu, ið eitur Soma til sínar kundar, og í hesum partinum av Vetrarbiit, greiðir hon frá hvat tað er. Takk fyri hesaferð! Heilsan: Elin Maria Hansen, Eyðfinn Bogason Lamhauge, Marianna W. Nagata, Leo Lávík, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Fríði Djurhuus Vertinir, til tað seinasta Vetrarbiitið, vóru Eyðfinn Bogason Lamhauge, Leo Lávík og Fríði Djurhuus

Flere episoder fra "Vetrarbiit"