Bókin hjá Rana Nolsøe var umstrídd, tá hon kom út í 2025, tí hon hevði tað bannaða n-orðið í sjálvum heitinum.
Í heitinum endurgav høvundurin Niels í Horni fyri at siga, at vit kunnu takka teimum littu í USA fyri allan populertónleik.
Kartin L. Hansen og Hans Jacob Kollslíð ummæla bókina, og teir halda heitið við n-orðinum vera óheppið, tí í bókini hálovar Rani Nolsøe litta tónleikinum í USA.
Alt byrjaði við negro spirituals-sanginum millum trælir í USA, sum so gjørdist blues og gospel. Haðani mentist tónleikurin til jazz, swing, rhtyhm & blues og at enda rock 'n' roll.
Tað var kortini tann hvíti Elvis Presley, ið av álvara festi í rock-kollveltingina í 1950'unum - sum eisini rein í Føroyum.
"Rani hevur skrivað eina umfatandi og upplýsandi bók, sum vil nógv í senn. Tey littu fáa æruna av tí mesta í sambandi við tónleikin, og kanska verða evropearar forsmáddir ov nógv," sigur Hans Jacob Kollslíð.
Kartin L. Hansen heldur, at Rani sera væl lýsir líðingarsøguna hjá teimum littu og menningina í populertónleikinum.
"Sum høvundur stendur hann tó sterkast, tá hann brúkar seg sjálvan í frásøgnini," sigur hann.
Uni Arge leggur til rættis.
Flere episoder fra "Vágskálin"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Vágskálin” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








