Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar?
Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv.
Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin.
Maður er eitt lívsstíls-blað, sum vendir sær til menn.
Gestir: Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films- og miðlafrøðingur.
Tøkningur: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig
Flere episoder fra "Pressan"
Gå ikke glip af nogen episoder af “Pressan” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.