Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma.
Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina.
Jens av Rana, landsstýrismaður, helt at svarið til útlendsku innrásina er at taka almennu pengarnar frá KvF, so allir miðlar eru javnstillaðir.
Gestir:
Jens av Rana, lansstýrismaður um miðlastuðul.
Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Hermann Eliassen, miðlafrøðingur og Niels Uni Dam, samskiftisfrøðingur.
Teknikari: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig
Flere episoder fra "Pressan"
Gå ikke glip af nogen episoder af “Pressan” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.