
0:00
54:53
"True Blue" frá 30. juni 1986 setti hittlistamet, tá plátan varð nummar eitt á popplistunum í 28 londum. Úgávan var eisini meira búgvin enn tær undanfarnu og vakti áhuga hjá fleiri aldursbólkum. Madonna, Stephen Bray, og Patrick Leonard gjørdu tilfarið, hvørs instrumentering var sera fjølbroytt. Klassiskur tónleikur var tikin við, eins og kubansk ljóðføri. Harafturat ljóðaði Madonna ikki eins snjøll og á fyrru útgávunum, harav Stephen Bray hevði hjálpt henni við plátuni frammanundan, "Like A Virgin".
Útstrálingin og stílurin í klæðum, hennara framførslur og sjónbandaløg ávirkaðu ungar gentur og kvinnur, og Madonnustílurin varð móti í fursunum. Tað var stílisturin og smúkkudesignarin, Maripol, ið tilevnaði imagið hjá Madonnu, sum í høvuðsheitum var samansett av blondum toppum, skjúrtum uttaná brók, fiskanetssokkum, smúkkum við Golgatakrossi, armbondum, og bleiktum hári.
Plátubarrin 21.11.26 - eitt 40 ára minni.
Flere episoder fra "Plátubarrin"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Plátubarrin” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








