Plátubarrin podcast

TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986

14.11.2026
0:00
54:56
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Eftir plátuna undan 'Fahrenheit'; tað var 'Isolation' í 1984 við løgum sum 'Endless', 'Carmen', 'Holyanna', og 'Stranger In Town', var táverandi forsangarin, Fergie Frederiksen, uppsagdur í Toto. Fergie og hinir í Toto vóru annars so smátt byrjaðir at gera 'Fahrenheit', áðrenn Joseph Williams var boðin við. Í 1986 hevði Joseph Williams longu givið eina soloplátu við rokktónleiki út og tí vistu Toto-mennirnir av honum. Teimum vantaðu ein høvuðssangara, ið eins og Bobby Kimball og Fergie Frederiksen kundi syngja hart við styrki. Tað megnaði Joseph Williams; eisini seinni í hesari øldini, hvat hansara luttøka saman við Toto á Summarfestivalinum í 2017 hevur verið eitt dømi um. Fahrenheit var á ameriksanksa Top 40 og seldi til gullplátu. Plátubarrin 14. november 2026

Flere episoder fra "Plátubarrin"