
0:00
53:46
Føroyska havtilfeingið rúmar nógvum møguleikum, men hvussu kunnu vit fáa meira virði burtur úr tí, sum kemur úr havinum?
Í heyst fara Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna nýggjar vørur úr føroyska havtilfeinginum og fáa tær á marknaðin.
Tað er ikki neyðugt at hava eina lidna vøru ella eina fullfíggjaða ætlan. Tað er nóg mikið at hava eitt hugskot og vilja arbeiða víðari við tí. Men hvussu fer hetta til at ganga fyri seg í verki, og hvør kann vera við?
Nøkur droyma um at røkka nýggjum hæddum, bókstavliga. Onnur gera nakað við tað. Í januar 2024 eydnaðist honum at koma upp á Aconcagua í Suðuramerika, og nú hevur Jens Jákup Hansen sett sær eitt nýtt mál. Hann ætlar sær upp á Ama Dablam í Nepal, eitt av teimum kendu og krevjandi fjøllunum í Himalaya.
Men tað snýr seg ikki bara um at koma upp á enn ein fjallatopp. Jens Jákup brúkar eisini sínar fjallaferðir til at savna pengar til góð endamál. Seinast var tað ADHD-felagið, og hesa ferð er tað Alzheimer-felagið.
Gestir:
Sóley Heradóttir Hammer
Drós í Ólavsstovu
Jens Jákup Hansen
Flere episoder fra "Góðan morgun Føroyar"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Góðan morgun Føroyar” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








