
0:00
53:56
Hesa vikuna koyrir stóra átakið SkíggjaSunn, har umleið 7000 fólkaskúlanæmingar, 2600 miðnámsskúlanæmingar, ein rúgva av arbeiðsplássum og kommunum eru við.
Vit tosa mangan um, hvussu skíggjarnir ávirka børn og ung, men áðrenn vit leypa inn í vitlíkiskollveltingina, mugu vit steðga á og hugsa okkum um. Tí talgildingin rakar okkum øll – okkara svøvn, okkara evni at fordjúpa okkum og okkara nærveru.
Gestur okkara í morgun er virðisløntur journalistur á Politiken og maðurin aftan fyri metsølubókina 'Kig op', sum kom út í 2024. Jakob hevur í yvir 20 ár kannað, hvussu tøknin ávirkar menniskjað, samfelagið og fólkaræðið, og hann hevur vunnið bæði Libre-prísin og Hørup-prísin fyri at bróta tabu og vísa á sosialu slagsíðuna av talgildingini. Vit práta við Jakob Sorgenfri Kjær
...
Í sendingini Leivur vil liva, um misnýtaran mitt millum okkum, vóru eisini fólk, sum dagliga eru til arbeiðis í hesum umhvørvinum. Hvussu varðveitir tú vónina og motivatiónina, tá ið lívið hjá øðrum aftur og aftur fer av sporinum?
Í dag hitta vit tvey av fólkunum, sum starvast á Herberginum. Hvussu er tað at arbeiða so nær við menniskju, sum hava tað trupult. Hvat lærir slíkt arbeiðið teg um lívið og okkum menniskju.
Gestir:
Jakob Sorgenfri Kjær
Sonja Tungá
Beinta Henriksen
Flere episoder fra "Góðan morgun Føroyar"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Góðan morgun Føroyar” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.








