Góðan morgun Føroyar podcast

Góðan morgun Føroyar

0:00
53:28
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Joan Sørensen og Poul Andrias Ziska hava valt at seta á stovn eina matveiting, sum tænir fleiri endamálum. Tey vilja geva dagstovnum og skúlum góðan mat við føroyskum rávørum, tey vilja læra børn um mat og smakkir og so vilja tey eisini skapa ein eftirspurning eftir føroyskum matvørum, so at veitararnir vita hava her heima, hava eitt tryggari veitingargrundarlag. Fyri at koma í gongd, leita tey nú eftir hópfígging. --- Vit hava vant okkum við at hugsa um lokkaran sum ein skugga á spæliplássinum, ein fremmandur í einum bili ella onkur, vit ávara børnini ímóti, tá tey fara út um dyr. Men veruleikin í dag er púra annar. Lokkarin hevur skift klæði. Hann krevur ikki longur nakra fysiska nærveru – hann er fluttur inn í barna- og ungdómskømrini gjøgnum snildfonina, spøl og sosialar miðlar. Hann er í lummanum og í hondini allan samdøgrið. Herfyri vóru fimm menn millum 28-48 ár handtiknir og skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum. Tann 27. oktober skipar ráðgevingarstovnurin Kris fyri stórari og longu útseldari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum „Lokkarin í nýggjum klæðum...“, har ein nýggj landsumfatandi kanning um kynsligan ágang herheima eisini verður løgd fram. Gestir: Joan Sørensen Poul Andrias Ziska Erling Fles

Flere episoder fra "Góðan morgun Føroyar"