Føroyska sjúkrarøktarsøgan
Á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum, 12. mai, sum er føðingardagurin hjá navnframu Florence Nightingale,heiðraðu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetur Føroya Elisabeth Hall, professara emerita, fyri hennara íkast til gransking og menning av sjúkrarøkt í Føroyum.
Elisabeth hevur verið knýtt at DHS og hevur vegleitt phd-lesandi og eggjað og stimbrað til gransking og menning á deildini.
Umframt tað hevur hon granskað í viðurskiftum knýtt at sjúkrarøkt í Føroyum og føroyskari skúkrarøktarsøgu.
Elisabeth Hall sigur tað er um at gera hjá einum landi at granska í teirra sjúkrarøktarsøgu. Soleiðis kann mann virðismeta, hvussu var hetta tíðarsekiðið, hvat var gott og hvat var minni gott. Hví var tað so og hvat bera vit við okkum í ókomnum døgum.
Flere episoder fra "Etos"
Gå ikke glip af nogen episoder af “Etos” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.