Samværi podcast

Samværi 074 - Hvussu hevur tónleikapallurin ment seg?

27.5.2025
0:00
51:22
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Tónleikararnir Jóan Jakku og Sámal spæla við ymsum bólkum, og ofta spæla bara teir báðir saman. Teir báðir tosa um, hvussu tónleikapallurin var í Vágum og í Føroyum annars, tá teir góvu sínar fyrstu plátur út. Somuleiðis tosa teir um, at summi løg hjá teimum hava staðið tíðarinnar roynd og eru enn kend løg millum ung í dag. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hví so man vera, og hvussu teimum dámar tónleikapallin í dag.     Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Flere episoder fra "Samværi"