Mono podcast

Mono - 90'ini undir lupp (2:4)

11.11.2026
0:00
54:57
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Í fýra Mono-sendingum leitar Fróði Løkságarð aftur í tíð og leggja 90'ini undir luppin. Her heima verða tey fyrstu 90'árini ofta sett í samband við kreppu, fráflyting og eitt tíðarskeið, tá tað mesta tóktist at ganga skeiva vegin. Men tá vit skriva 1994, byrjar gongdin so smátt at venda. Tær veruligu broytingarnar síggjast serliga í 1995. Fiskiskapurin tekur dyk á seg aftur, og høgir fiskaprísir skapa, saman við eini alivinnu í menning, búskaparligan vøkstur. Um somu tíð tekur eitt tónleikaligt rák seg upp í Bretlandi. Talan er um eitt mentanarligt skifti, har bretskar søgur og bretskur tónleikur fáa nýtt sjálvsálit. Onnur sendingin í Mono-røðini um "90'ini undir lutt" kallast "Britpop og bretskur samleiki".

Flere episoder fra "Mono"