
0:00
27:58
Nú Kim og sjeikurin skjótt skuldu flyta til Kina, vóru tey í holt við at fyrireika eina farvælveitslu fyri familjunum hjá teimum,
tá Kim fekk eini sms boð frá kenda danska kavbátsbyggjaranum Peter Madsen.
Kim hevði vónað at sloppið umborð á kavbátin Nautilus í langa tíð, og hóast gestirnir næstan vóru á gáttini,
avgjørdi hon, at kvika sær ein túr oman á keiina at møta Peter og fáa eitt journalistiskt prát við hann umborð á kavbátinum.
Sjeikurin var spentur hennara vegna, og eftir at hava koyrt hana oman á keiina, fór hann heimaftur at bjóða gestunum innar og byrja veitsluna sjálvur.
Familjurnar og sjeikurin hugnaðu sær heima í veitsluni meðan tey bíðaðu eftir at Kim skuldi koma aftur, óvitandi um, hvørjar ræðuligar gerðir Kim í somu løtu var offur fyri...
Flere episoder fra "Mánadagsmorð"



Gå ikke glip af nogen episoder af “Mánadagsmorð” - abonnér på podcasten med gratisapp GetPodcast.

