Málteigurin podcast

Stavsetingarorðabókin er komin

25.3.2024
0:00
44:34
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Í dag er føroyskur Móðurmálsdagur, og í dag hava Føroyar fingið eina Stavsetingarorðabók, sum er at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum. Størsti parturin av sendingini fer til at tosa um Stavsetingarorðabókina.   Fleiri móðurmálsdagar Fyrstu ferð, Móðurmálsdagurin varð hildin, var í 2019, sum var 200 ára føðingardagurin hjá V.U.Hammershaimb, og tí varð eisini dagurin 25. mars valdur til móðurmálsdag í Føroyum. Vit hava okkara móðurmálsdag ein annan dag enn restin av heiminum. Altjóða móðurmálsdagin setti ST-stovnurin UNESCO at vera tann 21. februar, og dagurin hevur verið hildin síðani ár 2000, meðan ES hevur máldagin 26. september.  Dagurin var ikki hildin í Føroyum fyrst í hesi øldini, og tá ið vit fingu okkum ein móðurmálsdag, so valdu vit okkara egna, 25. mars.

Flere episoder fra "Málteigurin"