Hiit podcast

Eitt lesarabræv til fleiri lesarabrøv

15.8.2023
0:00
54:58
Spol 15 sekunder tilbage
Spol 15 sekunder frem
Tíðliga á kvøldinum, 13. august 2023, kom eitt lesarabræv út á Vágaportalin, sum síðani tá hevur fingið nógv eygu á seg. Nærri midnátt á sama degi var lesarabrævið deilt á Facebook-síðuni hjá Steffan Klein Poulsen, tinglimur hjá Miðflokkinum, har hann takkar rithøvundan av lesarabrævinum. Tað fekk kavabóltin á rull. Faroe Islands Minority film festival, LGBT Føroyar og Norðulandahúsið fingu øll sentralar leiklutir í málinum, og vit prátaðu tí við Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Nadiu Abrahamsen, sum er ein av stigtakarunum til FIMFF, og Gunn Hernes, stjóra í Norðulandahúsinum, um málið.  Men alt var ikki bara seriøst. Svend ringdi sjálvandi til ein politikkara og fekk sær eitt gott prát og ikki minst eitt sangynski.  Vertir í dag eru Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki

Flere episoder fra "Hiit"